Danska løgreglan herðir tilbúgvingina

- Tíðin, vit liva í og tey ting, sum henda, ger, at vit altíð leggja stóran dent á tilbúgvingina í økjum, har nógv fólk savnast, sigur danska løgreglan.

Lastbilaálopið á eina mannamúgvu á einum jólamarknaði í Berlin í kvøld, hevur fingið donsku løgregluna at ansa enn betri eftir á jólamarknaðum í Keypmannahavn, eitt nú í Nyhavnini og á Axeltorginum.

 

Tað sigur vaktleiðarin hjá løgregluni í Keypmannahavn, Kristian Aaskov, við donsk bløð í kvøld.

 

Løgreglan hevur frammanundan verið sjónlig á jólamarknaðunum í innara býnum í Keypmannahavn, men hendingin í Berlin ger, at tilbúgvingin hjá løgregluni í økinum verður enn størri.

 

- Tíðin, vit liva í og tey ting, sum henda, ger, at vit altíð leggja stóran dent á tilbúgvingina í økjum, har nógv fólk savnast, og her eru jólamarknaðir einki undantak.

 

Løgreglan í Berlin arbeiðir við hendingini í kvøld, sum um talan er um álop. Níggju fólk eru deyð, og fleiri enn fimmti eru særd í hendingini, tá ein stórur lastbilur koyrdi inn í mannamúgvu.

 

Maðurin, sum koyrdi lastbilin, er handtikin og maðurin, sum sat við síðuna av føraranum, er sambært miðlunum í kvøld dripin á staðnum.