Danska kvinnulandsliðið fær kvinnuligan landsliðsvenjara

Helle Thomsen fer at avloysa Jesper Jensen

Tað verður ein kvinna, ið fer at standa á odda fyri danska kvinnulandsliðnum í hondbólti.

 

54 ára gamla, Helle Thomsen, ið er høvuðsvenjari hjá CSM Bukarest í Rumenia var í dag kunngjørd sum komandi landsliðsvenjari hjá Danmark. Hon avloysir Jesper Jensen. Helle Thomsen tekur við starvinum 1. juli. Talan er um ein trý ára sáttmála.

 

Helle Thomsen hevur áður verið landsliðsvenjari hjá bæði Svøríki og Niðurlondum við góðum úrslitum. Við Svøríki vann hon EM-bronsu í 2014. Við Niðurlondum vann hon HM-bronsu í 2017, EM-silvur í 2016 og EM-bronsu í 2018. 

 

Á tíðindafundi fyrr í dag segði Helle Thomsen, at hon gleddi seg til stóru uppgávuna at gerast landsliðsvenjari hjá Danmark. Hon staðfestir, at talan er um eitt lið í framgongd, ið hevur vunnið nógv heiðursmerki seinnu árini, men enn væntar at vinna eitt gullheiðursmerkið.

 

Fyrsta árið verður Helle Thomsen bæði danskur landsliðsvenjari og høvuðsvenjari hjá CSM Bukarest.