Danska hallið minni enn væntað

Tað gongur munandi betur fíggjarliga hjá tí almenna Danmark enn mett, og tað fer millum annað at hava við sær, at Danmark fer at halda kravið hjá ES um, at hallið skal ikki upp um trý prosent av bruttotjóðarframleiðsluni.

Tað sigur leiðandi búskaparfrøðingurin hjá bankanum Lån & Spar, Kai Lindberg, við TV2. Hann sigur, at við verandi gongd verður hallið hjá statinum 16 milliardir krónur minni, enn politikararnir hava roknað við. Tað merkir, at hallið verður 54 milliardir krónur, sum svarar til 2,9 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni.

Kai Lindberg sigur, at ríkiskassin fær eyka inntøku av, at danska kappingarevnið er batnað nógv, at tey arbeiðsleysu eru færri, enn roknað varð við.