Fyrrapartin fer danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, at almannakunngera fíggjarlógaruppskotið hjá stjórnini fyri 2013, men longu nú er greitt, at eftir uppskotinum verður hallið næsta ár nógv minni enn í ár.
Í ár er hallið hjá tí almenna 74,3 milliardir krónur, men stjórnin væntar, at tað verður niðan fyri 37 milliardir í 2013.
Meginorsøkin til ta stóru broytingina er, at í ár rindar ríkiskassin góðar 24 milliardir í eftirlønum, og harafturat væntar stjórnin at fáa 25 milliardir krónur meiri inn í skatti næsta ár.
Stjórnin roknar við, at 158.000 danir vera arbeiðsleysir í 2013. Tað er heldur meiri enn tann seinasta metingin hjá stjórnini, sum kom tíðliga í summar.