Fregnartænastan hjá donsku verjuni hevur bæði fjalt upplýsingar og borið skeivar upplýsingar í samskiftinum við Eftirlitið fyri Fregnartænastur. Tað vísir ein kanning, sum Eftirlitið hevur gjørt.
Stjórin í Forsvarets Efterretningstjeneste hevur verið við á fundum, har skeivar upplýsingar eru latnar, og Lars Findsen er í dag frítikin fyri tænastu.
Sambært kanningini hjá Eftirlitinum fyri Fregnartænastur hevur fregnartænastan hjá verjuni fleiri ferðir sett átøk í gongd, sum hava verið í stríð við danska lóggávu – eitt nú hevur fregnartænastan savnað og latið víðari upplýsingar um danskar ríkisborgarar.
Danski verjumálaráðharrin hevur seinnapartin boðað frá, at hon fer at seta í verk eina nýggja kanning av Forsvarets Efterretningstjeneste.