Danska foræstisráðfrúan vitjar í dag

Í gjárkvøldið kom Mette Frederiksen til Føroya á vitjan, sum byrjar í Vestmanna í morgun. Har fara hon og løgmaður at viðgera samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

Eftir fundin verður vitjað í Miðnámi, Vindrøkt og SEV.

Seinnapartin í dag verður farið til Havnar, har Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen fara at vitja Løgtingið og skipasmiðjuna MEST.

Seinnapartin verður tíðindafundur í Tinganesi.

Í síðstu viku søgdu tey bæði soleiðis um vitjanina:

– Samgongan hevur sett sær fyri at styrkja og menna ríkisfelagsskapin. Vónandi kann fundurin í næstu viku gerast startsskotið til eina tilgongd, har vit seta ferð á hetta arbeiðið. Tað er okkara uppgáva áhaldandi at lýsa stóru fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Danski forsætismálaráðharrin sigur seg gleða seg til vitjanina.

– Jeg ser frem til mit første besøg på Færøerne som statsminister og til at mødes med lagmanden. Vi skal blandt andet drøfte vores fælles ønske om at styrke samarbejdet mellem regeringen og landsstyret. Jeg forstår godt Færøernes ønske om en større rolle i udenrigs-og sikkerhedspolitikken. Danmark og Færøerne har et stærkt fællesskab og vi skal samarbejde på de områder, hvor det kan være til fælles gavn, segði Mette Frederiksen.