Danska fiskivinnan hótt

ES-nevndin hevur lagt fram eitt uppskot um kvotur og fiskidagar, sum danska fiskivinnan als ikki kann góðtaka. Hatta ger enda á vinnuni, siga fiskimenninir

- Fær ES-nevndin sín vilja, noyðast tveir triðingar av donsku fiskimonnunum at finna sær okkurt annað at gera.
Tað er niðurstøðan hjá donsku fiskimonnunum, eftir at ES-nevndin er komin við enn einum uppskoti um, hvussu fiskiskapurin í Norðsjónum, Kattegat og Skagerrak skal skipast næsta ár og frameftir.
Tað er serliga toskurin í Norðsjónum, skal skal verjast, tí hann er so illa fyri. Fiskifrøðingarnir siga, at stovnurin eigur at vera í minsta lagi 150.000 tons, men at hann er bara 52.000 tons í dag. Ætlanin er eisini at skerja veiðina eftir reyðsprøku munandi, og tað er heldur ikki fallið í góða jørð millum danskar fiskimenn.
Sum skilst ætlar ES-nevndin at skerja toskaveiðina 50 prosent, og at veiðan eftir reyðsprøku skal skerjast millum 30 og 47 prosent á teimum ymsu leiðunum.
Mariann Fischer Boel, fiskimálaráðharri, heldur, at ES-nevndin tekur í so rívan til, men hon ásannar, at okkurt munagott má gerast. Hinvegin ásannar hon eisini, at verður ætlanin hjá ES-nevndini framd í verki, verður danska fiskivinnan ikki tann, hon hevur verið.