Danska familjan kann leyslatast nú

Óhugsandi er ikki, at danska siglara-familjan kann verða leyslatin í hesi vikuni.

Tey vóru tikin sum gíslar av somaliskum sjórænarum í februar mánaði. Men í dag skrivar miðilin Somalia Report, at tey verða leyslatin skjótt.

Ein sjórænari umborð á skipinum MV Dover sum eisini varð rænt, og har danska familjan verður hildin gísli, hevur váttað fyri donskum miðlum, at ein avtala um eina leyslating er áveg.

- Tað er sannlíkt at familjan verður leyslatin skjótt, sigur sjórænarin við navninum Gulad.

Hann leggur aftrat, gjaldið fyri leyslatingina er 5 mió dollarar.

Danska familjan vórðu tikin sum fangar 24. februar, tá tey royndu at sigla tvørtur um Reyða Havið í 43 fót stóra báti teirra.

Sambært Somalia Report verða donsku gíslarnir ikki leyslætnir í senn, men yvir fleiri dagar, samstundis sum sjórænararnir fyrireika seg til at taka ímóti stóru upphæddini.

(Myndin er tikin úr Somalia Report, og vísir gongdina í málinum og myndir av báðum skipunum - stuttleikabátinum SV Ing og farmaskipinum MV Dover).