Mannbjørn Jákupson
??????????????????
Danska fólkatingsvali gav sum væntað eina hampuliga dygga álitisváttan til sitandi stjórn, tó á ein eitt sindur annan hátt enn spátt beint áðrenn. Verður litið eftur fluktuerandi veljarakanningunum nakrar mánaðir áðrenn valið, er tað heilt annaðleiðis enn nógvar vísa, ber brá av tilvildarliga at vera eitt sindur líkari onkrari enn aðrari.
Veljarir í Danmark eru meiri óróligir í floksstøðu síni enn eitt og tvey ártíggju aftur. Nakað orsakast kanska bara samfelagsmenningina, nakað, og knýtt at tí eisini, orsakast minni týdning av flokkunum, minni limatal í flokkunum, men nógv orsakast ávirkan frá Onglandi og USA, við stórum fjøl-miðlatýdningi, falsbjóðandi veljarar. Forsetaval hevur eisini verið tosað um, við sambering til USA sjálvandi.
Neyvan hava donsku fjølmiðlarnir luttikið meir ella minni í valinum enn vanligt. Neyvan hava teir verið øðrum høvuðsvalevninum meir til vildar enn hinum, sum hoyrist frá sosialdemokratiskari síðu. Men rætt er, at fjølmiðlarnir flest allir hava liberala yvirvág, uttan tó at undirumboða sosialdemokratisku síðuna, so vítt síggjast kann. At sosialdemokratiska fjølmiðlar eru horvnir við Aktuelt sum størsta og týdningarmesta, er mest teirra egna skyld.
Skiljandi er, at sosialdemokratar og SF arar eru vónsviknir av valinum, meðan Radikalu eru ovurfegnir, tí beint tað úrsliti, teir endaðu á til valið, var reiðiliga tilvildarliga tingað av valrakstrinum, kanska bara teir tveir seinastu dagarnir, klárt frá tíðani frá stutt áðrenn jól, og meir klárt sum valið nærkaðist.
So seint sum tveir dagar áðrenn valið søgdu standandi frásøgnir at SF gekk eitt sindur fram, Dansk Folkeparti eitt sindur aftur, sosialdemokratíið nokk so nógv aftur, Radikalu eitt sindur fram, Venstre eitt sindur fram ella í stað, Konservativu eitt sindur aftur. Hetta var onki trygt úrslit fyri Fogh, tí stjórnarmeirilutin og andstøðan vigaði um. Úrslitið gjørdist næstan viðvent í endaligum úrsliti, við SF eitt vet aftur, Danska Folkeparti eitt sindur fram, sosialdemokratíið nakað aftur, minni enn spátt, Radikalu nógv fram, Venstre aftur, nokk so nógv, sum ikki spátt, Konservativi eitt sindur fram.
Høvuðsinntrykkið er at sosialdemokratíið kláraði at snøgga úrslitið nakað, tá hugsað verður um veljarakanningar stutt áðrenn, sum peikaðu heilt niður móti 20 prosentum, onkur stóð um 22-23 prosent, Venstre kláraði ikki at halda skansan, við møguleika til lítlan vøkstur, onkur kanning spáddi heilt upp til 35 prosent, men gekk næstan líka nógv aftur sum sosialdemokratarnir. Venstre er tó framvegis størsti flokkur, annað val á rað, sum longu er nakað av eini katastrofu fyri sosialdemikratarnir, og fingu endurvaldan statsmálaráðharran, sum eisini er søguligt eindømi.
Fluktueringin í hinum flokkunum líkist einum klodda krasji, við smávegisávirkan á Venstre, neyvan nakra á sosialdemo-kratiska flokkin, við flokkum vendandi hultur um bultur av stoyti móti hvørjum øðrum. Sjokkávirkanin kom frá Radikalu, sum tevja ein møguleika, nú borgarliga Danmark breiðir seg so nógv, vinstraflokkarnir eru í vónleysum leiðaratrupuleikum, um ikki tilverutrupuleikum.
Vígvøllurin er liberali, smáintellektuelli miðvøllurin, við tosi um imhvørvi, globalisering, herundir helst útlendingum, námshugmyndafrøði. Her hava teir rakt inná bæði við gularót og sannføring, við at bjóða skattalætta til ein ovara part av intellektuellu, sum eru væl fyri lønarliga, leita eftir hugsjónarligum málum, sum tey ikki halda gomlu vinstravongsflokkarnir makta, ella evna. Hesin yvirboðspolitikkur, sum til valið fekk nógvar veljarar avtrat í teirra flokk frá øðrum og at koma uttan fyri ávirkan aftaná valið, var heilt týðiligur til seinastu fjarsýnissamrøðu við floksleiðarinir, tá M. Jelved sleyg út við ørmunum og bað allar útlendingar koma til Danmark. Soleiðis ljóðaði tað fyri veljarunum, um tað helst var orðað eitt sindur annaðleiðis.
Onkur hevur hildið at ovboðið var, men helst er rakt beint á mál, ella umleið, tí framgongdin var, næstan so stór sum størsti spádómurin, 18 prosent, tað var 17 prosent, nærum dubult av frammanundan. Hesir veljarir eru lutvís nýggir, sum nú ikki fóru til sosialdemokratarnir, lutvís ein góður partur av veljarum hjá SF, sum var meiri upptikin av at steðga Fogh umvegis við álop á Dansk Folkeparti, frá centrumsdemokratunum, sum vórðu yvirtrumfaðir í innflytaraspurninginum. Tann flokkurin var annars fyri fáum árun síðan innflytarafíggindaligur, men við støðufestingini av Dansk Folkeparti sum stuðulflokkar hjá borgarligu høgraflokkunum frá høgru, yvirtakandi teirra sosial politik til vinstru, er øtti komin á fyri vanda tann vegin, meiri støðugt, at vísa seg. Flokkurin er stovnaður móti marxistisku høttanini upprunaliga. Støðan er at klípuflokkarnir, sum Nyrup skuldi hava fyri at fella Slüter, Radikalu, CD, kridtiligu, eru óneyðugir fyri borgarligu síðuna, sostatt ikki lokkuevni tann vegin.
Orðastríðið, serliga frá SF, Lykketoft nevndi tað eisini, at ein atkvøða á Fogh er ein atkvøða á Dansk Folkeparti, svarað aftur við, ein atkvøða á Lykketoft er ein atkvøða á Radikalu, við innflytarapolitikki teirra, og SF, enhedsliste minni nevnt hesuferð, vann høgrasíðan, við framgongd til Dansk Folkeparti og Konservativu, afturgongd til SF, frá Venstra, sum ikki broytti javnvágina, um gav eina lítla høgra vinstra bending avtrat frá síðsta valið.
Ein borgarligur møgu-leiki um miðjuna VKR, sum onkur veljarakanning spáddi, rakk ikki.
Orsaksambindis (kausal) virkningurin var so, at Radikalu gingu fram við at drena vinstravongsatkvøður, sum kundu arbeitt betur, serliga frá SF, Dansk Folkaparti og Konservativu fram, av øtta fyri innflytara poli-tikkinum hjá Radikalu, mest Dansk Folkeparti, tí ein orsøk til framgongdinbi hjá Konservativu var lyfti um skattaniðurskurð, Venstre sigur skattasteðg. Venstre eitt sindur aftur, hevur latið atkvøður til Dansk Folkeparti og kanska nakað til Konservativu. Enhedslistin nokk so nógv fram, av virkninginum, fólk sum ikki dáma innflytarapolitikkin hjá borgarligu flokkunum, og sum sosialdemokratarnirt kenna seg noyddar at leggja seg uppat, við illgruna til SF eisini sum stuðulflokkar hjá sosialdemokratunum. Í hesum er helst eisini av týdningi fyri enhedslisten minkandi munurin millum SF og sosialdemokratirnir í EU spurninginum.
Endaliga úrsliti var samanumtikið umleið tað sama fyri báðar skipaðu síðirnar, við einum manni avtrat til høgrasíðuna í mun til støðuna áðrenn valið.
Kundi úrslitið verið annaðleiðis?
Nakað hevur verið orðaskiftst aftaná valið, um úr-slitið kundi verið stórt annaðleiðis. Fogh hevði longi høtt við vali, flóðaldan í fjareystra helt honum aftur frá at útskriva tað fyrr, skilst av bløðunum, varð væntað fyrst í hesum árið. Høttanin hevur helst spælt inn í úrslitið, tí tað fekk andstøðuna til at seta sítt valtól ígongd, persónsósemjur har, vongar, og bólkar, avdúkaðu seg, sum kappingarneytar fult so nógv sum stríðsfelagar. Í høvuðsheitinum var tað ikki fremjandi fyri trúvirðið hjá andstøðuni. Sumt bar á brá at stríðs støðu-festini (til aftaná valið) vóru meiri tíðandi enn valstríðið.
Hóast tað kundi úrslitið verið annaðleiðis. Um sosialdemokratarnir hildu mestu afturgongdini aftur, sum næstan eydnaðist, SF gekk fram, sum væntað stutt áðrenn valið, Radikalu gingu nakað fram, og sentrumsdemokratarnir endaðu innanfyri, kristdemokratarnir uttanfyr, eindalistin fram. So hevði vigað um við møguleika til yvirvág.
Hetta eydnaðist ikki. Høvuðsorsøkin var, at Radikalu í síðstu fasuni av valstríðnum valdu at føra ein popputan valpolitikk, teimum annars ikki so líkt, við minni aftur til Glistrup, skattaniðuskurð, og popputa vinstravongin, við vinstravongsliberalum sjónarmiðum í tí globala spurninginum og skúlaspurninginum. Hetta kom óvart á sosialdemokratar-nar og SF, sum ikki náddu at reagera. Tað liggur í orðunum hjá Holgar, at teir gjørdu ein feil í at friða Radikalu. Fyri SF førdi tað til formansskifti.
Summi halda, orðaskiftið í bløðum og sjónvarpi, at høvuðsvandamálið var formenninir í báðum høvuðsflokkunum til valið, Mogen fogh og Mogens lykketoft. Hetta er lutvís rætt. Fogh hevði eina samda síðu aftanfyri seg við einum skiljandi politikki, Lykketoft hevði eina ikki so samda síðu aftanfyri seg, ósemjan mest við Radikalu, sum síðst í valstríðnum flirtaðu við VKR møguleika, við ikki so einstáttaðum politikki.
Hetta hevði ikki neyðugt verið so lagnusamt, um nóg stórur vilji var til at vinna, tá á stóð. Politikkurin hjá andstøðuni var ov veikt framførdur í síðsta enda-spurti av valstríðnum, per-sónsspurningurin hevði týdning, Vinstra, Fogh, var friðaður fyri harðari álop. Eitt veikt punkt hjá honum helst, verður ikki brúkt. Hetta var longi týðiligt í valstríðnum seinna millum Nyrup og Fogh.
Sosialdemokratarnir gjørdu bara roynd uppá at sleppa úr jamminum hjá Fogh um teir, við, fyri veljarnir, ov eins ljóðandi politikki, Lykketoft tyktist skiftandi, á útsjónd, millum annað, sum hevði týdning. Hevði at vísa seg, hug at taka stríðið upp við Fogh uppá hansara treytir, ein arrogantan tóna, ístaðin fyri at seta álit til vældámdu profettýpuna, og hava nýggj trúverdug fólk avtrat. Gloymdi fyrsta innstinkti sum formaður. Ístaðin vendi flokkurin, møguliga uttan viðvirkan av Lykketoft, hesum við, og kom við reyðum klútum fyri eyguni á veljarunum, at Ritt kom vimsandi uppí politikk aftur, í Danmark, gjørdi ikki betur, um møguliga av tilvild. P. Nyrup rørdi ikki ein fingur í valstríðnum, her í familju við, fakfelagsrørslan legði Lykketift á ís, til beint áðrenn valið.
Alt í alt skuldi eitt undurverk til fyri andstøðuna at vinna, sum ikki hendi.
Áðrenn valið var spátt, at vann andstøðan ikki yvir Fogh, slapst ikki undan stórvaski í leiðsluni har, Lykketoft, Holgar og Jelved ruki, yngri kreftir framat, senstrumsdemokratarnir forsvunnu sum flokkur, tá ongin spenningur er um hann sum miðklípi. Óvist var um kristiligu, sum heilt hava skift navn og ham, at vísa seg fyri at líkjast meir katólsku samsvarandi sunnanfyri. Einasta hent tykist er, at flokkurin hevur mist nitsju sína, eitt skandinaviskt samsvar, við greiðum einkultmálum, fasadan líkist ov nógv borgarligu stóru flokkunum frammanundan.
Ein flokur avtrat var nakað umvegis vanliga politiska spenni, vinstravongspolitikaraleiði helst úttrykk fyri, sum onki kláraði, at gera seg galdandi við valið.
Úrslitið aftaná valið var, at Lykketoft tók seg aftur sum formann fyri sosialdemokratarnir, hendi longu valkvøldið, Holgar dagin eftir, Jelved bjargar sær enn, um hon vil, eina tíð, av góða úrslitinum Sentrumsdemokratarnir eru helst úr donskum politikki nú.