Danska fíggjarlógin samtykt

Fólkatingið samtykti fyrrapartin fíggjarlógina fyri 2012. Tingmenn úr øllum flokkum uttan Liberal Alliance atkvøddu fyri lógini. 109 atkvøddu fyri og fimm ímóti.

Undan atkvøðugreiðsluni vóru samráðingar millum sosialdemokratarnar og Vinstra, sum hótti við at fara frá teirri gomlu siðvenjuni at atkvøða fyri fíggjarlógini, hóast flokkurin ikki tekur undir við politikkinum hjá stjórnini. Men tá tað vísti seg, at lógin bleiv samtykt uttan mun til, um Vinstri atkvøddi fyri ella ikki, valdi flokkurin at atkvøða fyri.

Danska fíggjarlógaruppskotið kom í Fólkatingið tann 3. november.