Tað staðfesti virkandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen í gjár eftir ES toppfund í Brússel, har fleiri ES-keldur lýsa møguleikar hennara fyri »minimalar«.
Her máttu ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES gevast við samráðingunum um at seta nøvn á teir fýra ES-høvuðssessirnar, sum skulu mannast komandi tíðina.
Teir komu til ta niðurstøðu, at eingin av teimum trimum í uppskoti til ES forseta hava nakran meiriluta aftan fyri seg.
Tey trý eru umframt donsku Margrethe Vestager, sum er uppskotið frá liberalabólkinum, Frans Timmermans úr Hollandi, sum er í uppskoti frá javnaðarflokkunum og sosialistunum og Manfred Weber úr Týsklandi, sum er uppskotið hjá kristindemokratunum.