Danska ES-umboðanin bumbuhótt

Fyrrapartin fingu starvsfólkini á donsku ES-umboðani í Bruxelles boð um at fara út, tí onkur hevði boðað frá einari bumbuhóttan ímóti skrivstovunum. Belgiska løgreglan sendi serkøn fólk inn at kanna bygningin, og øll ferðsla fram við bygninginum varð steðgað. Fyri løtu síðani frættist, at fólk eru sloppin aftur til arbeiðis, og at vegirnir eru opnir aftur.

Sambært donskum fjølmiðlum arbeiða 78 fólk í donsku ES-umboðanini í Bruxelles. Talið er kortini nakað størri nú, tí fólk eru sett at gera fyrireikingar til, at Danmark skal taka við ES-formansskapinum.