Felagið, sum áður var í samtaki við Amerada Hess og helt til aðrastaðni í býnum, skal nú halda til í snotuliga hvíta bygninginum hjá Marstein, har Villejus fyrr helt til. Umframt Dong halda trý onnur oljufeløg til í bygninginum. Fyrst og fremst Atlantic Petroleum og harnæst Amerada Hess og Geysir. Í sambandi við at stór oljuráðstevna verður hildin í Norðurlandahúsinum í hesum døgum varð skipað fyri móttøku í nýggju hølunum. Dong er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum á Atlantsmótinum. Felagið er m.a. við í oljuboringini á Brugduleiðini úti á landgrunninum. Ikki færri enn sjey umboð fyri Dong eru við á oljuráðstevnuni teirra millum tvey av oddafólkunum, Søren Gath Hansen og Jan Terje Edvardsen. Føroyskur umboðsmaður hjá felagnum er Regin Hammer, sum eitt skifti arbeiddi hjá Dong í Hørsholm uttanfyri Keypmannahavn.