Sølan tekur við frá í dag av. Danski miðlasamtakið Berlingske Media skiftir eigaraskap eftir at norska Amedia hevur keypt fyritøkuna frá belgiska DPG Media.
Partarnir upplýsa í tíðindaskrivi, at yvirtøkan fer fram við virknaði beinanvegin.
Amedia er eitt miðlasamtak, sum ein grunnur eigur, og sum sær keypið av Berlingske sum ein strategiskan møguleika at styrkja sína støðu í Norðurøkinum.
– Vit síggja stórar møguleikar at skifta vitan og samstarva tvørtur um landamørk.
– Keypið av Berlingske Media gevur okkum møguleika at útflyta okkara serkunnleika sum leiðandi miðlasamtak innan talgilda miðlamenning í Evropa, sigur Anders Opdahl, stjóri í Amedia.
DPG Media hevur átt Berlingske-samtakið síðani 2015. Christian van Thillo, sum er nevndarformaður, sigur, at tey hava verið í samráðingum við fleiri møguligar keyparar.
– Eftir gjølla umhugsan komu vit til ta niðurstøðu, at Amedia - eirr sera vælvirkandi og talgilt orienterað miðlasamtak - fór at vera ein framúr góður eigari av Berlingske Media, sum higartil, sigur hann í tíðindaskrivinum.
Ongar broytingar verða beinanvegin í leiðsluni í Berlingske Media orsakað av søluni.
Anders Krab-Johansen heldur fram sum samtaksstjóri, sum umframt Berlingske Tidende eisini gevur út B.T. og Vikuskiftisvisen.
Amedia er næststørst miðlasamtak í Noregi eftir Schibsted og stendur aftan fyri fleiri enn 100 blaðútgávur.
Felagið hevur sín uppruna Norsk Arbeiderpresse, sum var ein felagsskapur av javnaðarbløðum, sum varð stovnaður í 1948.
Umsetningurin hjá samtakinum var í fjør 4,1 milliardir norskar krónur.
/Ritzau/