Danska arbeiðsloysið minkaði í august

Talið á skrásettum arbeiðsleysum í Danmark var 2.400 minni í august enn í juli og kom niður á 162.700. Tað vísa tøl hjá donsku hagstovuni. Hetta merkir, at arbeiðsloysið minkaði 0,1 prosenrstig í august og er nú 6,2 prosent. Síðani í januar hevur tað danska arbeiðsloysið ligið millum 6,2 og 6,4 prosent.

Tølini hjá hagstovuni í Keypmannahavn vísa, at tað var serliga talið á arbeiðsleysum ungum og arbeiðsleysum kvinnum, sum minkaði í august. Arbeiðsloysið millum tey 16 til 29 ára gomlu minkaði 0,5 prosentstig, og hjá teimum millum 30 og 39 ár minkaði tað 0,1 prosentstig. Í hinum aldursbólkunum var eingin broyting.

Arbeiðsloysið minkaði mest í Keypmannahavn ella 0,2 prosentstig. Kortini er arbeiðsloysið framvegis størst í Keypmannahavn, har tað er 7,7 prosent.