Danska A-landsliðið til Føroya

Mitt í juni kemur danska kvinnulandsliðið í flogbólti til Føroya at spæla tveir dystir ímóti føroyska kvinnulandsliðnum. – Hetta verður bæði upphiting til Oyggjaleikirnar á Álandi og eitt høvi at vísa kvinnuflogbólt á hægri stigi, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum

FLOGBÓLTUR

 

Tá føroysku flogbóltskvinnurnar taptu finaluna ímóti Saaremaa á Oyggjaleikunum á Rhodos fyri tveimum árum síðani, gjørdist tað endin á einari drúgvari sigursrøð í oyggjaleikahøpi, tí fýra ferðir á rað høvdu kvinnurnar vunnið gull, men hesa ferð gjørdist tað »bert« til silvur.

Nú einir nýggir Oyggjaleikir standa fyri framman á Álandi, ætla kvinnurnar og Flogbóltssambandið at vinna trúnuna aftur, og tí verður stórur dentur lagdur á best møguligu upphitingina. Og ikki kann sigast annað, enn at tað er eydnast, tí mitt í juni kemur danska A-landsliðið hjá kvinnum til Føroya at spæla tveir dystir.

– Vit hava so ofta ætlað at fingið okkurt dygdargott lið hendavegin at spæla, so føroyingar eisini kunnu sleppa at uppliva flogbólt á hægri stigi í Føroyum. Tá vit nú vendu okkum til tey, ið standa fyri danska kvinnulandsliðnum, var mestsum leyst og liðugt beinanvegin. Tað eru vit øgiliga fegin um, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.

Sum skilst, er ætlanin, at danska liðið skal koma til Føroya fríggjadagin 12. juni. Leygarmorgunin 13. juni verður leiðin løgd til Suðuroyar, har ein dystur skal spælast í Trongisvági klokkan 15. Aftan á hann verður farið norðuraftur, og ávegis til flogvøllin taka liðini so ein dyst aftrat á Giljanesi sunnudagin 14. juni klokkan 14.15.

 

Sterk mótstøða

– Okkara kvinnur fara til Trongisvágs longu henda sama fríggjamorgunin, so tær eru saman á einari lítlari venjingarlegu har, áðrenn fyrri dysturin verður spældur, og so fylgjast liðini norðuraftur, sigur Magnus Tausen, sum fegnast um møguleikan at fáa eitt so gott landslið hendavegin at spæla.

– Vit eru sum oftast farin av landinum at fyrireika okkum, men at vit nú fáa eitt gott landslið hendavegin, er uppaftur betri. Og nógv betri upphiting til Oyggjaleikirnar kundu vit ikki ynskt okkum, tí danska kvinnulandsliðið er so mikið gott, at okkara kvinnur óivað fáa sterka mótstøðu og tí kunnu fáa nógv burturúr.

Danska A-landsliðið hjá kvinnum spælir eitt nú sínar EM-undankappingarnar í B-bólkinum, sum er ein bólk oman fyri bólkin, Føroyar plaga at spæla í. Og herfyri hava donsku kvinnurnar vunnið á Luxembourg, sum fyri júst einum ári síðani vann EM-undankappingarbólkin, sum var spældur í Føroyum.

– Hetta skuldu blivið tveir dystir, har okkara landsliðskvinnur veruliga fingu seg royndar, og óivað verður hetta eisini eitt fínt høvi at royna nýggja spæliháttin, sum leggur upp til nógv skjótari spæl, enn vit áður hava sæð hjá kvinnunum, sigur Magnus Tausen.

– Sama broyting verður eisini gjørd á manslandsliðnum, so vit gleða okkum til Oyggjaleikirnar, har vit fáa at síggja, um hetta kanska verður besta vápnið ímóti liðum sum Saaremaa, ið vanliga hava stórar og blokksterkar spælarar, sum vit við skjóta spælinum skulu royna at spæla uttanum.