Dansk Top Talent 2015

Higartil hava føroyingar staðið seg væl, tá ið teir hava luttikið í ymsum talentshowum í donskum sjónvarpi, sum t.d. ”Stjerne for en aften”.

Higartil hava føroyingar staðið seg væl, tá ið teir hava luttikið í ymsum talentshowum í donskum sjónvarpi, sum t.d. ”Stjerne for en aften”.

 

Dansk Top Talent 2015 er heitið á eini undirhaldssending, ið verður send á donsku sjónvarpsrásini DK4 til heystar.

 

Hóast talan í høvuðsheitinum er um eina sending, har dansktoppurin er í hæddini, so verður pláss til bæði rapp, rock & roll við meira.

 

Einstaklingar, duo, trio, tónleikabólkar - øll eru vælkomin at luttaka. Einasta treyt er, at sungið verður á donskum.

 

Play-back og sing-back er bannað. Tí fáa tey, ið ikki hava teirra egnu tónleikarar við, hjálp frá orkestrinum dk4 Allstars, ið er sett saman av fýra vandum tónleikarum. Kapellmeistari er Mark Chemnitz.