Dansiveturin byrjar

Sum vant byrjar dansiveturin hjá Norðstreymoyar Dansifelag við at skipa fyri fyrsta almenna dansikvøldinum.

Sum vant byrjar dansiveturin hjá Norðstreymoyar Dansifelag við at skipa fyri fyrsta almenna dansikvøldinum.

 

Tað boðar felagið frá.

 

Hetta verður leygarkvøldið 28. september í Kvívík.

 

Dansað verður í Dansistovuni, sum felagið hevur keypt og umvælt seinastu tvey árini.

 

Byrjað verður kl. 21:30 og kostnaðurin verður 50 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin.