Dansitiltak á Eiði annað páskakvøld


Dansifelagið á Látrinum skipar annað páskakvøld fyri serligum dansitiltaki á Eiði, har bæði føroyskur dansur og harmonikudansur verða á skránni


Serligt alment dansitiltak við bæði føroyskum dansi og harmonikudansi verður á Eiði annað páskakvøld frá klokkan 21 til klokkan 01. Tað er Dansifelagið á Látrinum, sum skipar fyri.
Dansifelagið á Látrinum, sum er yngsta dansifelagið í landinum, varð stovnað seinasta heyst og heldur til, sum navnið eisini sigur, í Látrahúsunum, sum Eiðis Fornminnisfelag eigur.
Dansurin annað páskakvøld verður tó í EB-húsinum, tí væntandi verður so mikið av fólki, at tað ikki rúmast í Látrahúsinum, vóna tey í dansifelagnum.
Dansurin verður skipaður soleiðis, at skift verður millum tann føroyska dansin og harmonikudansin. Sum vera man fara fólk úr Dansifelagnum á Látrinum at vera til reiðar at skipa í føroyska dansinum, men tey vóna kortini, at gestir aðrastaðni frá eisini hava onkra vísu við sær, sum tey eru meira enn vælkomin at taka á gólvinum.
Til harmonikudansin hava tey fingið tveir kendar harmonikuspælarar úr Eysturoynni at spæla. Juel Høgnesen úr Leirvík og Óla Johannesen úr Fuglafirði.
Kostnaðurin fyri tiltakið á Eiði annað páskakvøld verður 100,- krónur. Tá er íroknað smurt breyð og kaffi ella te afturvið, sigur Dansifelagið á Látrinum í tíðindaskrivi.
Dansifelagið vil við hesum tiltakinum vera við til at fáa dans aftur á Eiði annað páskakvøld, sum fyrr var gamalt dansikvøld á Eiði.