Dansistevna í Vágum

Hósdagin klokkan 10 fyrrapartin verður norðurlendska dansistevnan á Giljanesi sett. Setanin er almenn

Norðurlendska dansistevnan, sum hildin verður í Vágum frá 1. til 7. juli, verður sett á Gilja-nesi hósdagin klokkan 10.00. Jørgen Niclsne, løgtingsmaður, fer at seta stevnuna.
Tað luttaka einir 80 norðurlendskir dansarar á stevnuni. Teir eru umframt vertirnar úr Vága Danifelag, gestir í Danmark og Noreg.
Undir almennu setanini fara luttakararnir at dansa á skúlaplássinum á Giljanesi. Seinnapartin fara tey at dansa í bygdunum í Vágum. Byrjað verður í Miðvági og Sandavági klokkan 15.00. Kokkan 17 fara tey at dansa í Sørvági og Bø. Feløgini fara ikki at dansa saman, men spreiða seg um oynna.
Fríggjadagin verður dansað í Havn. Leygardagurin er settur av til útferð, og tað verður eftir, sum veðrið er, hvar farið verður. Men ivaleyst verður eisini dansað har, tey fara at vitja.
Sunnudagin fara tey til Gásadals, og tá verður eisini dansað uppi í Dalinum.
Sunnukvøldið klokkan 19.30 er almenn framførsla á Giljanesi, har allir luttakaranir fara at sýna fram tað, tey hava vant til hesa stevnuna.
Vága Dansifelag sigur, at stevnan er fyri øll, sum áhugað eru, og teir limir og onnur, sum hug hava koma til tiltøkini, sum eru um kvøldini, meðan stevnan er, eru vælkomnir, hóast teir ikki annars luttaka á stevnuni.