Dansiskeið í Rock´n Roll

DANSUR
Tíðindaskriv

Týskvøldið 10. september skipar dansifelagið Kom og Dansa fyri einum grundskeiði í rock´n roll dansi.
Hetta slagið av dansi hevur norðmaðurin, Johan Fasting, ment í skjótt 40 ár.
Í Føroyum var hesin dansurin fyrstu verð at síggja í 1989, tá einir 100 norðmenn vóru her og vístu fram og eisini lærdu fólk her upp til at kunna undirvísa í hesum dansinum.
Og sigast má, at nógv fólk hava nýtt møguleikan at læra hendan dansin, eini 1000 fólk hava verið á skeið síðani byrjað varð.
Og tað verða instruktørar frá systirfelagnum hjá Kom og dansa, íslenska Komið og dansið, sum fara at undirvísa hetta kvøldið.
Tað er soleiðis, at Samstarvsgrunnurin Nuuk - Tórshavn - Reykjavík, hevur stuðlað Komið og dansið at hava eina røð av skeiðum, bæði á skúlum og alment, og er skeiðið tí ókeypis.
Tað er bara at tekna seg á kunningarstovuni og møta í fimleikarhøllini á læraraskúlanum týskvøldið kl 20, skeiðið varir til kl 23.
Kom og dansa sigur at, dentur verður lagdur at hetta er eitt grundskeið, har øll kunna verða við.