Aftur í vetur ber til at læra at dansa vanligan ella eingilskan dans hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Tveir flokkar verða fyri byrjarar - tað vil siga fyri tey, ið ongantíð hava dansað.
Tey læra foxtrot, quick-step, vals og rock?nroll.
Hesir dansir eru teir ið vanliga verða dansaðir í veitslum, brúðleypum og til jólaveitslur.
Í vetur verður eisini eitt framhaldsskeið fyri tey, ið hava gingið á byrjanarskeið og vilja læra meira.
Tey trý árini kvøldskúlin hevur havt dansiskeið, hevur aldurin á næmingunum verið ímillum 14 og 70 ár.
Dansiskeiðið byrjar mikudagin 26. sep. 2001.
Eins og undanfarin ár undirvísa tey trý Arnfríða og Jørgen Rubeksen og Mia Cameron.
At dansa er gott fyri likam og sál.