Hevur tú hug at hita upp til ársins Summarfestival við kulum og vøkrum dansitrinum? So hevur tú møguleika at melda teg til Dansilandið, har tú fært eina stuttliga, læruríka og minniliga uppliving og nýggj vinfólk. Tiltakið er fyri dansiglað børn í aldrinum 7-12 ár. Tað er ikki eitt krav at tú dugir at dansa, bara tú tímur og ert fyrireikað/ur uppá ein stuttligan, læruríkan og avbjóðandi dag á festivalinum.
Tað verður dansibólkurin Hóps, sum kemur at undirvísa. Genturnar, ið manna bólkin, hava dansað og framført í fleiri ár, og hava drúgvar royndir innan dans og koreografi bæði innan- og uttan fyriføroysku landoddarnar.
Børnini, sum melda seg til dansiskúlan fara at læra nøkur grundtrin innan ymsikar dansigreinar, umframt at tey fáa forkunnuga vitjan í steðginum, drykkjuvørur og frukt. Eisini koma børnini at hava ein leiklut í stóra Karnevalinum leygardagin, har tey seta hol á festliga átakið við at framføra í Badmintonhøllini, fáa ókeypis andlitsmáling og síðani koma tey at ganga á odda í skrúðgonguni oman ímóti Vágsbøi har stóra barnakonsertin byrjar kl 16.00.
Les meira um tilmelding á heimasíðuni hjá Summarfestivalinum.










