Dansikvøld við Heidi Hauge

Áhoyrarar streyma til konsertirnar og dansikvøldini saman við Heidi, og ikki so sjáldan er neyðugt at steingja hurðarnar, tí fultsett er.

Tónleikur
Vilmund Jacobsen

Kenda norska countrydrotningin, Heidi Hauge, kemur til Føroya í juni. Tað eru Tvøroyrar Bóltfelag, TB, og Kaggin, sum skipa fyri.
7. juni verður dansur í Ítróttarhøllini í Trongisvági, og 8. juni verður dansað í Ítróttarhøllini á Hálsi.


Tríggjar
ferðir gull

Sagt verður um Heidi Hauge, at hon at kalla gjørdist kend eftir einari nátt sum norsk countrydrotning.
Hon er uppvaksin í norska býnum, Skien, har hon og maður hennara, kapelmeistarin, Bjørn A. Hauge, búgva og eru sera væl umtókt.
Fyrsta fløgan hjá henni, Country Time, sum kom út í 2000, er seld í fleiri enn 25.000 eintøkum og selir framvegis. Sølan av næstu fløguni, Country Rose, sum kom í 2001, táttaði eisini í tey 25.000 eintøkini eftir bert tveimum mánaðum. Í juni 2001 kom Heidi aftur við einari fløgu, Country Girl, og hendan selir eisini sum heitt breyð ? og ikki minni væl enn hinar báðar fyrru.
Heidi hevur sostatt givið út tríggjar fløgur í 2000 og 2001, sum allar hava nátt hvør sínum gull-plássi.
Áhoyrarar streyma til konsertirnar og dansikvøldini saman við Heidi, og ikki so sjáldan er neyðugt at steingja hurðarnar, tí fultsett er.


Væl umtókt
í Føroyum

Absalon Vatnhamar, sum tekur sær av fyrireikingunum fyri Kaggan, sigur, at Heidi er sera væl umtókt í Føroyum í løtuni, og tí vænta Kaggin og TB, at dansikvøldini, 7. juni á Tvøroyri og 8. juni í Havn, verða væl vitjað.
- Hon er nógv at hoyra í Útvarpi Føroya og kanska ov nógv á Rás2, sigur Absalon.
Hann veit annars at siga, at Heidi Hauge einaferð hevur vitjað í Danmark, og tá undirhelt hon fyri fullum húsi av fólki.
Hetta er so fyrstu ferð, at norska countrydrotningin kemur til Føroya.