Tað var eftir dansiskeið hjá Rhodu Rubeksen veturin 1970-71, tá skeiðsluttakararnir hittust til ein nátturða á Hotel Føroyum á Kongabrúnni, at hugskotið birtist um at stovna eitt dansifelag.
Í dag eru um 500 fólk, sum dansa við Dansifrøi.
– Vit hava verið so heppin at hava fingið nógv ung fólk aftur at okkum við tað at dansarar hjá Dianu Jógvansdóttir Hansen eru komin afturat. Tað eru ung fólk, sum hava dansað hip-hop og annað, greiðir Petur Petersen frá. Hann er formaður í Dansifrøi og hevur verið tað seinastu 12 árini.
– Hesi ungu hava hildið til á Háskúlanum, men nú eru tey komin við í Dansifrøi, og tað fegnast vit almikið um, sigur Petur Petersen, tí tað hevur júst verið ein avbjóðing hjá felagnum at fáa tey ungu – undir 40 ár – við í felagsskapin.
– Tað merkir, at vit fingu 150 ung fólk við í einum, sigur Petur Petersen smílandi.
Ætlanin var, at tað stóra brakið skuldi verið í dag, men tað hevur korona eisini órógvað, sum so mangt annað.
Ársveitslan verður vanliga hildin síðst í januar, og soleiðis skuldi 50 ára veitlsan verið hildin nú eisini, men hon er eisini útsett.
– Alt er flutt til í mars, og tá vóna vit at kunna halda stóru veitsluna, sigur Petur Petersen.
Hann greiðir víðari frá, at dansurin hevur verið nógv avbrotin í vetur vegna koronu, men hann vónar, at tey fáa dansað tað, sum tey høvdu ætlað sær.
– Dansilærararnir hava sett sær fyri, at øll skulu sleppa at dansa tað, ið tey hava goldið fyri, so vit vóna bara tað besta, greiðir formaðurin frá.
##med2##
Tað var Sigmund Hoydal, sum í sínari tíð kom við uppskotinum um stovna felagið, sum alt fyri eitt fekk góða undirtøku.
Endamálið við felagnum skuldi vera at geva teimum, sum høvdu lært at dansa hjá Rhodu Rubeksen, høvi at koma saman og fáa nyttu burtur úr tí, tey høvdu lært.
Tvær ferðir seinni hittust næstan øll aftur á Hotel Føroyum til dans og ein kaffimunn, fyrru ferð í mai og seinnu ferð í september í 1971. Dansikvøldið í mai varð avgjørt at velja eina nevvd, sum skuldi fyrireika stovan av felag, og í hesa nevnd komu Eyðleyg Hansen, Poul Danielsen, Janus Sørensen, Jørgen Rubeksen og Sofus Rubeksen.
Nevndin hittist í januar í 1972, og hon arbeiddi skjótt.
Á fundinum varð tosað um, hvussu dansifelagið átti at virka, og nevndin gjørdi eisini uppskot til felagslóg, sum skuldi leggjast fyri stovnandi aðalfundin.
Tann fundurin varð hildin longu sama mánað, tann 25. januar í 1972 á Hotel Føroyum.
Sofus Rubeksen setti fundin og greiddi frá ætlanunum við felagnum, og uppskotið til lóg varð lagt fyri fundin. Lógaruppskotið varð samtykt við smærri broytingum. 45 fólk vóru á fundi, tá felagið varð stovnað.
Nevndin hevði einki uppskot til navn felagsins, og hóast onkur uppskot vóru, so var tó samtykt at goyma hetta mál til ein seinni fund.
Endamálið við felagnum varð orðað soleiðis:
»Felagið er stovnað við tí í huga at nøra og varðveita áhugan fyri gomlum dansum«.
Fyri at gerast limur, skuldi tú vera fyltur 25 ár.
Í fyrstu nevndina í Dansifrøi vórðu vald tey somu, sum høvdu sitið í fyrireikingarbólkinum.
Tey, ið stovnaðu felagið, vóru:
Hildibjartur Anthoniussen, Ásvør Árting, Jóhannes Bláfoss, Poul Danielsen, Sonja Danielsen, Anna Sofía Durhuus, Hilbert Durhuus, Alvin Egholm, Elin Egholm, Marjun Egholm, Anna L. Falkenberg, Jens Falkenberg, Eyðleyg Hansen, Holger Hansen, Regin Hansen, Kári Hentze, Erland Jacobsen, Hildigarð Jacobsen, Regin Jacobsen, Tordis Jacobsen, Andrias Joensen, Bergtóra Justinussen, Malfrid Mikkelsen, Eli Mortensen, Ragnhild Mortensen, Annie Petersen, Erling Poulsen, Margit Poulsen, Tórgerð Poulsen, Arnfría Rubeksen, Gunnar Rubeksen, Hallbjørg Rubeksen, Jørgen Rubeksen, Marius Rubeksen, Rhoda Rubeksen, Sofus Rubeksen, Gerda Sólsker, Klæmint Sólsker, Janus Sørensen, Lillian Sørensen, Aimée Thomassen, Kári Thomassen, Edvard Wilhelmsen, Christoffer Wilhelmsen og Jonna Wilhelmsen.
Nevndin skipaði seg 2. februar í 1972 soleiðis:
Sofus Rubeksen, formaður
Poul Danielsen, næstformaður
Jørgen Rubeksen, skrivari
Eyðleyg Hansen, kassameistari
Janus Sørensen, nevndarlimur
– Ætlanin var at hátíðarhalda dagin við ársveitslu, men hetta er alt útsett til seinni, helst í mars, sigur Petur Petersen, sum er formaður í Dansifrøi.
Í nevndini í Dansifrøi í dag sita hesi:
Petur Petersen, formaður
Malan Rubeksen, næstformaður
Kára Samuelsen, skrivari
Óli Reinert, kassameistari
Sonja Høj, nevndarlimur
Karla Andreassen, tiltakslimur