Dansurin leygarkvøldið verður í nýggju, snotuligu hølunum hjá Dansifrøi í Gundadali Dansifrøi hevur fingið eina góð og snotulig høli í Gundadali. Nýggju hølini liggja millum Gundadalshøllina og Tórsvøll.
Í annaðkvøld, leygarkvøldið bjóðar Dansifrøi til almennan dans í teimum nýggju, snotuligu hølunum. Tá býðst høvið hjá fólki at royna eitt dansigólv, sum er gjørt til endamálið.
Tað verður roynda og væl kenda dansiorkestrið LM-band, sum fer at spæla til dansin. Dansurin byrjar klokkan 22, men tað ber til at keypa atgongumerki í forsølu hálvanannan tíma áðrenn dansurin byrjar.