Dansifrøi nýggja nevnd

Tíðindaskriv frá Dansifrøi

 

Dansifrøi hevði aðalfund í januar mánaði, har tíggir nýggir nevndarlimir vóru valdir. Nevndin, ið skipar seg sjálv, er nú henda:

Erling Jørgensen, formaður,

Árni Svartafoss, næstformaður

Ann-Mary á Rógvi Rasmussen, kassameistari

Edmund Nysted, skrivari

Karstin Hansen, nevndarlimur

Ruth Jacobsen, eykalimur


Skráin fyri fyrru helvt av 2000 er løgd, og har verður okkurt nýtt, sum ikki er roynt áður. Vikuskiftið 12. og 13. februar høvdu vit noskan rock´n-roll við Niels Kára Nielsen og Ingibjørg Holm. Her kundi undirtøkan verði størri, enn hon var.

Sum nakað nýtt fara vit at hava hugnakvøld mitt í viku, hetta tiltakið verður mikukvøldið, 8. mars. Aftur í ár fáa vit Onnu Kirstin av Tvøroyri at hava vikuskiftisskeið við okkum, tað fyrsta verður 10. og 11. mars, og er hetta ætlað børnum frá 10 ár og eldri. Fríggjadagin og leygardagin 7. og 8. apríl verður Anna Kirstin aftur við einum skriði. Um kvøldið tann 8. apríl verður hugnakvøld. Sjálvt um vetrarskeiðið endar við avdansiveitslu leygarkvøldið 18. mars, er ikki meiningin at gevast. 29. apríl fara vit aftur at royna nakað nýtt við einum tiltaki, sum vit hava kallað seniordansur. Við hesum tiltakinum vóna vit at fáa nakrar av limunum, sum ikki ganga til dansiskeiðið aftur á gólvið, men øll eru vælkomin.

Leygardkvøldið, 13. mai skipar Dansifrøi fyri dansistevnu í Ítróttarhøllini á Hálsi, har byrjað verður kl. 10.00 við frálæru í gomlum dansum. Seinni um kvøldið verður borðhald í høllini við luttøku frá øðrum feløgum.

Frá dansiundirvísingin endar og fra til dansistevnuna verður undirvíst nøkur kvøld í teimum dansum sum vit koma at dansa á stevnuni. Tí vóna vit, at tey sum fara á stevnuma, men ikki hava gingið til undirvísing, koma eisini til hesi kvøldini.

Sum altíð endar fyrra helvt við einari útferð. Í ár verður hon fyrista vikuskiftið í juni. Hesar útferðir eru stak hugnaligar.

Eins og undanfarin ár fáa vit vitjan úr útheiminum. Ætlanin er at ein sang-dansibólkur úr Russlandi skal koma hendanvegin seinast í august mánaði.

Ein kenningur hjá Dansifrøi, Gerthe Bach Hansen kemur aftur hendanvegin í ár, saman við henni kemur ein senior dansibólkur, hetta verður í august.


Við dansikvøðu

Nevndin