Dansifrøi kann halda fram við bygging

Á býráðsfundi í síðstu viku varð leiguavtalan millum Dansifrøi og kommununa endaliga góðkend, soleiðis at byggingin av húsunum hjá dansifelagnum í Gundadali kann halda fram Byggingin av dansihøllini hjá Dansifrøi í Gundadali hevur verið tarnað av trupulleikum og ósemjun, men nú kann felagið halda fram við byggingini. Ósemja var millum Dansifrøi og umsitingina hjá Tórshavnar kommunu um, hvussu byggimálið skuldi loysast.

- Eftir hópin av samskifti og fundum er nú endaliga staðfest, at Dansifrøi heldur fram við byggingini. Bygningurin verður vónandi innilokaður í februar, um veðrið verður til vildar, sigur formaðurin í bygginevndini hjá Dansifrøi, Høgni B. Mikkelsen

Hann vísir á, at nú er endalig leigu- og samstarvsavtala gjørd við Tórshavnar kommunu um nýtslu av høllini til tey ungu í býnum.

- Dansifrøi vónar nú, at hetta byggimálið fær ein virðiliga enda, soleiðis at bygginevndin hjá Dansifrøi til komandi heyst kann bjóða limunum og teim ungu í Tórshavn, umframt øllum øðrum, umstøður, ið liva upp til nútíðarkrøv til eitt dansistað, sigur felagið.