Dansifrøi kann halda fram

Málið um bygningin hjá Dansifrøi hevur eftir øllum at døma fingið eina loysn, og felagið kann halda fram við byggingini

BYGGIMÁL

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo   


Dansihøllin hjá felagnum Dansifrøi hevur verið nevnd speglvendi bygningurin. Men sum skilst á lagnum er ikki talan um eina speglvenda høll.

Hinvegin eru broytingar gjørdar í mun til uppruna tekningina, so bygningurin ikki longur er í tráð við givna byggiloyvi.

- Vit hava fingið eina fráboðan frá Dansifrøi um, at teir fara at halda seg til byggiloyvi, og so er eingin trupulleiki, sigur Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu.

Byggingin hevur annars ligið still í fleiri mánaðir, men hetta er ikki minst orsakað av summarfrítíðini.

Partarnir hava tosað saman fyri at finna fram til eina loysn, og við hesi fráboðanini frá Dansifrøi til Tórshavnar Kommunu kann byggingin halda fram.

- Teir noyðast at gera onkrar smávegis broytingar, men annars er einki til hindurs fyri, at byggingin kann halda fram, sigur Jákup Egholm Hansen.

Arbeiðið er ikki tikið upp aftur enn, men nú er tað ikki Tórshavnar Kommuna, sum liggur í buktini.

Andreas M. Andreasen, nevndarlimur í Dansifrøi, vil ikki úttala seg í málinum, men vísir til formannin, Høgna Mikkelsen. Hesin er tó í summarfrí tvær vikur aftrat.




Høllin hjá Dansifrøi er kortini ikki speglvend, og við smávegis broytingum kann felagið halda fram við byggingini