Føroyskir festivalar hava seinastu dagarnar boðað frá, at festivalarnir antin eru útsettir ella avlýstir í ár. Nú boða fyrireikararnir frá Dansibandsfestivalinum í Vági eisini frá, at hesin festivalurin er avlýstur.
– Nú tað er greitt, at korona-tilmælini fyri summarið ikki verða broytt og tað verður frámælt at hava størri tiltøk, stevnur og festivalar, so eru vit tíverri noydd at boða frá, at ongin Dansibandsfestivalur verður í 2020, skriva fyrireikararnir.
Dansibandsfestivalur verður aftur í Vági vikuskiftið 30. apríl - 1. mai 2021.
– Vit eru sera fegin um tann stóra áhugan fyri Dansibandsfestivalinum og greitt er eisini, at Dansibandsfestivalurin 2020 skuldi verða tann størsti nakrantíð. Kampingplássið var útselt og forsølan av vikuskiftispassum hevur ongantíð verið so góð - og skráin við bestu dansibandsorkestrunum úr Norra og Føroyum borgaði fyri góðsku og upplivingum fyri lívið. Tær upplivingarnar eru nú útsettar til 2021 - og vit gleða okkum at taka ímóti festivalgestum um mánaðarskifti apríl-mai 2021, siga fyrireikararnir.
Tey, sum hava keypt atgongumerki, kunnu flyta atgongumerkini til 2021 ella fáa pengarnar aftur.











