Dansibandsdagurin nærkast

Dansibandsdagurin verður í Vági leygardagin.

Longi hevur verið tosað um, at skipað fór at verða fyri Dansibandsdegi í Vági. Nú er skráin kunngjørd og tiltøk eru allan dagin og á kvøldi er dansur.

Tað verða Hans Jacob Hjelm og Jens Lisberg, ið fara at standa fyri tónleikinum á kvøldi.

Hans Jacob hevur vinmenninr Jens Johannesen og René Jespersen við sær.

Jens Lisberg hevur savnað sær manning saman í Jens Lisberg Band.

Við sær hevur Jens Dánjal Jákup W. holm, Magna Husgaard, Dagfinn Olsen og Sámal Lindenskov.