Dansibandfestivalurin 2016 er byrjaður. Hol varð sett á skránna við spennandi gongutúri, har Óli Holm var ferðaleiðari.
Tiltøk av alskyns slag eru í Vági næstu dagarnar í samband við festivalin. Í kvøld er Stóra Pakkhús opið og pub quiz er á skránni, og í annaðkvøld hevur Pálshøll spennandi tiltak, har ikki bara ber til at svimja, men eisini kræsnir gómar sleppa at royna seg.
Skráin fyri festivalin sæst her: http://sudurras.fo/?p=50190
Útlendska navnið á festivalinum er AristoCats.










