Dansibandfestivalurin í Vági er í hæddini í dag.
Longu hóskvøldið komu fyrstu campingvognarnir, og tá vóru eisini smærri tiltøk á skránni. Í gjár fyltist økið kring høllina á Eiðinum við campingvognum, og í gjár vóru eisini fyrstu bólkarnir á palli, m.a. Gutta frá Scandinavia.
Í dag hevur m.a. dansibandguðstænasta og dansifrálæra verið, og um eina løtu er stóra løtan við gillaðum búffum á skránni, og sigast má, at veðrið spælir við, Tað er eisini í kvøld, at høvuðsnavnið, Fernandoz úr Svøríki, fer á pall.









