Ummæli
Fríggjadagin var skrái á Fjarðafestivalinum broytt nakað, tí at tað var heldur illfýsið til konsertir á útipallinum. Trond Erics skuldu tí á innipallin, og tað tók sína tíð at fáa útgerðina klára.
Ein steðgur uppá ein tíma var í skránni, meðan dansibandið úr Noregi gjørdi klárt. Og so komu teir endiliga á pallin. Trond Erics, sum framvegis bera hetta navnið, hóast Trond Erik Grundt sjálvur ikki er við longur.
Tónleikurin var rættiliga sterilur og koyrdi í tí sama alla konsertina. Teir spældu tó einfalda tónleikin heilt væl – sum ein maskina, sum hevur gjørt tað sama í meira enn 20 ár.
Og fólkinum tyktist eisini at dáma tað. Høvuðsorsøkin til hetta var kanska, at teir fyri tað mesta spældu sangir, sum tey flestu kenna úr samkomuhøpi. Og løttu løgini vóru spæld einfalt og beinleiðis, so tað var ikki trupult at fáa fólkið at vera við uppá tað. Til kendar, andaligar sangir sum "Samband undurfult", og "Perluportrið" sang mest sum allur salurin við á norskum.
Lars Espen sjarmeraði
Lars Espen Skogvold er sangari og oddamaður í Trond Erics, og hann sang væl. Hann hevur eina djúpa smørrødd, sum heldur ikki hevði trupulleikar at raka høgu tónarnar. Og hann sá eisini gott út. Sum onkrar gentur søgdu – “hann er lekkur!” Hann veit akkurát, hvussu man leiðir eina tílíka konsert. Hann var sjarmerandi og hevði gott samband við áhoyrarnar.
Lisa gestasangari
Lisa Fredriksberg var gestasangari á konsertini. Saman sungu tey tveir sangir; sangurin "Spejlbilde" var í góðum gomlum Melodi Grand Prix-stíli. Lisa varð klappað uppaftur til at verða við í einum eykalagi. Bassspælarin skift bassin út við saksofon og gittarspælarin fekk sær eina harmoniku, og teir endaðu showið við einum mergjaðum slagara á enskum.
Hóast tað var uttan Trond Erik, so var tað framvegis nokkso grundt. Men tað var einfalt og beinleiðis, og sangirnir vóru kendir; so fólkið fekk tað, sum tey væntaðu og vildu hava.










