Aftur í ár skipar dansifelagið Tøkum Lætt fyri føroyskum dansi í Sjónleikarahúsinum. Hóast 13. kvøld er í morgin, so verður dansurin altso leygarkvøldið.
Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið væl umtókt og í leygarkvøldið byrjar dansurin klokkan 21.
Dansifelagið Tøkum Lætt bleiv stovnað í 1993 og nærkast sostatt teimum 20 árunum.
Trettanda kvøld er eitt gamalt dansikvøld og dansurin hjá Tøkum Lætt er altíð nærmasta leygarkvøldið og hetta er 16. Ferðin, at Tøkum lætt soleiðis skipar fyri dansi í sjónleikarahúsinum, har smurdir bitar, kaffi og te eisini verður at fáa.
Tað hevur verið væl dámt, tí fólk plaga at koma úr øllum landinum, og av tí sama, verður sum oftast sera góður dansur, sigur Tøkum Lætt