Dansa og syngja fyri Jesus

- Tað er ótrúligt at síggja, hvussu Gud kann arbeiða og kollvelta menniskju. Vit komu ein dagin inn í ein týskan skúla, og tá vit fóru avstað hagani, vóru 13 ungfólk frelst og 18 grødd, sigur hoyvíksgentan, Marita Jøkladal úr felagsskapinum "Jesus Revolution"

Havn: - Eg havi verið við í felagsskapinum síðani í august. Og eg havi sæð gleðina hjá nógvum fólki, tá tey eru vorðin trúgvandi - eisini her í Føroyum.

- Hetta hevur verið til stóra signing fyri okkum í toyminum. Og hetta eisini hevur givið okkum mót og dirvi at halda fram, sigur 21 ára gamla Marita Jøkladal, sum saman við kristnu "kollveltingini" vitjar heimland sítt á fyrsta sinni.

Arbeiðið hjá Jesus Revolution gongur í stuttum út uppá at gera gleðiboðskapin viðkomandi fyri ungdóm kring allan heimin.

Hetta verður gjørt við størri og smærri konsertum í samkomuhúsum, skúlum og høllum kring allan heimin, men eisini úti á gøtuni - og á Vaglinum fyri tann saks skyld.

Tey høvdu eina stytti framførslu á Vaglinum í gjár og verða aftur á sama staði seinnapartin í morgin. Alt hetta er partur av fyrireikingini til stóra tiltakið hóskvøldið í Badmintonhøllini.

- Tá vit búðu í Filipsoyggjunum, har foreldur míni vóru trúboðarar, var eg við í einum dansibólki í samkomu okkara.

- Vit vitjaðu ymisk støð, akkurát sum vit gera tað nú. Og tí er Jesus Revolution bara eitt framhald av tí, sum eg gjørdi har, sigur hon.


Boðan við kraft í

Fyrstu ferð Marita hoyrdi um Jesus Revolution Army var fyri trimum árum síðani, tá hon var á legu í Zarepta.

Her greiddi føroyingurin, Hallur av Rana frá upplivingum sínum, tá hann var við í felagsskapinum. Og hetta fangaði ta 18 ára gomlu Maritu:

- Hann greiddi frá, hvussu tey vitnaðu fyri øðrum gjøgnum sang og dans, og hetta hugtók meg sera nógv. Eg avgjørdi tá at eg eisini vildi vera við til at syngja og dansa fyri Jesus, greiðir Marita frá.

Tað sum hon serliga hefti seg við, var hesin einastandandi møguleikin at kunna fara út í onnur lond við gleðiboðskapinum, og serliga venda sær ímóti fólki í hennara egna aldri.

Tað er helst so, sum hon tekur til: - Hetta er ein annar máti at fortelja øðrum um sína trúgv. Hetta er faktiskt ein máti at evangelisera uppá við kraft í!


Út í heim

Í august mánaði í fjør byrjaði hon í felagsskapinum. Teir fyrstu fýra mánaðirnir fóru til andaliga fyrireiking í undirvísing, bøn og sangi, og teir seinastu mánaðirnir í praktiskari tænastu í útlondum, og nú eisini í heimlandi hennara.

Tey løgdu út á ferðina kring um í Europa í januar mánaði. Hesa tíðina hava tey vitjað í Noregi, Týsklandi, Fraklandi, Belgien, Hollandi og Onglandi. Eftir Føroya-vitjanina fara tey til Ísland, Spanien og møguliga til Italien eisini.

- Tað var ikki ætlanin at vit skuldu til Føroyar. Men tað lagaði seg kortini soleiðis, og vit hava longu sæð nógv ungfólk í t.d. Vágum verða bæði frelst og grødd!, sigur Marita við einum brosi.


Paris og Tórshavn - eingin munur

Tað krevur stóra fyrireiking at fara soleiðis frá einum staði til tað næsta - bæði andaliga, men eisini praktiska.

Skipanin hjá Jesus Revolution er, at tey samstarva við lokalar samkomur, sum á sín hátt fyrireika limir sínar og býin uppá vitjanina av hesum glaða ungdómsskaranum úr mongum ymiskum londum.

Tá eitt toymi frá felagsskapinum kemur til býin, gera tey nógv burtur úr at vitja skúlar og onnur støð, har ungdómur hittist og royna at fáa samband til miðlarnar.

Hjá Jesus Revolution er eingin munur á, um býurin eitur London, Paris, Madrid ella Tórshavn. Fyri tey er hvør einstakur borgari eins virðismikil og ein annar í Guds eygum.

- Endamálið við okkara arbeiði er at vísa hvørjum einstøkum á tað, sum Jesus hevur gjørt fyri tey. Og okkara ynski er, at tey skulu taka ímóti hesum í hjarta sínum.

- Tað hava vit longu upplivað fleiri ferðir, eisini her í Føroyum. Og vit ynskja og biðja eftir, at tað sama skal henda aftur á vitjan okkara kring landið, sigur Marita.




Øðrvísi konsert í Badmintonhøllini

Toymið frá Jesus Revolution hevur verið fleiri dagar í Føroyum, og hevur longu havt fleiri konsertir.

Tann næsta stóra konsertin verður hóskvøldið í Badmintonhøllini í Havn. Henda konsertin fer at minna nógv um tær, sum verða hildnar í øðrum stórum býum, so sum London og Paris.

Sjálv konsertin varir í góðan tíma, har Orðið verður boðað í sangi, dansi og vitnisburði. Fram móti endanum verður møguleiki hjá fólki at koma fram til forbøn, annaðhvørt tað er til frelsu og grøðing ella annað.



Góð uppliving í Vágum

Í Jesus Revolution-toyminum hjá Maritu Jøkladal eru gentur úr Týsklandi, Noregi, Rumenien, Belgien og Ungarn.

Tá tær vitjaðu í Vágum í farnu viku fingu tær eina góða uppliving undir eini vitjan í felagsskúlanum á Giljanesi.

- Vit sluppu at framføra ein tíma fyri teimum eldru flokkunum í skúlahøllini, og brúktu tíðina aftaná at práta við tey ungu. Og her varð ein genta grødd fyri trupulleikar sínar í hálsinum, greiða tær ungu genturnar ídnar frá.

Seinni um kvøldið høvdu tey aftur eina framførslu, og her vórðu omanfyri 20 ungfólk frelst og fleiri grødd.