Leygardagin 8. mars skipar Margarinfabrikkin fyri barnadiskoteki fyri børn frá 3.-7. flokk. Margarinfabrikkin fer komandi mánaðirnar at skipa fyri Barnadiskoteki einaferð um mánaðin. Kvøldini verða skipað soleiðis, at ymiskar kappingar verða á skránni ? umframt barnadiskotek, sjálvandi.
Kappingarnar verða eitt í limbo, stóla- og ballóndansi.
Margarinfabrikkin leggur stóran dent á, at børnini sleppa at virka undir skipaðum viðurskiftum, og er hetta tiltak eitt av mongu tiltøkunum, sum Margarinfabrikkin fer at skipa fyri í næstum.










