Dansa fyri russiskum børnum í Danmark

Leygardagin fer ein 6. flokkur úr Sankta Frans Skúla í Havn til Danmarkar, har tey í eina viku skulu búleikast á einum garði í Jútlandi saman við nøkrum næmingum úr Hvítarusslandi.

Tað er ikki sørt, at tú kennir tað á teimum, at okkurt serligt liggur fyri stavn, tá ið tú vitjar 6.a. í Nunnuskúlanum í Havn. Mikudagur er, hendan morgunin vit vitja, og nú eru bert tríggir dagar eftir, til tey fara at sessast umborð á flogfarinum hjá Atlantsflog við kós móti Danmark.
Á ferðini í Danmark skulu tey verða saman við nøkrum børnum úr Hvítarusslandi. Áður hava børn úr Hvítarusslandi vitjað her á landi og víst dans fram, og ætlanin var tann, at føroysku børnini skuldu vitja í Hvítarusslandi og vísa føroyskan dans og dansispøl fram.

Ætlaðu upprunaliga til Hvítarusslands
Ætlanin hjá 6.a. var at fara til Hvítarusslands seinasta heyst, men tann ætlanin datt niðurfyri. Orsøkin var tann, at nøkur av foreldrunum vóru ikki heilt trygg við at senda børn síni til Hvítarusslands, tí at politiska støðan í økinum tóktist eitt sindur ógreið. Tí var avgerð tikin um at avlýsa ferðina.
Alt bendi nú á, at 6.a ikki slapp uttanlands á hesum sinni, men í apríl mánað broytist støðan. Umboð fyri Dansifrøði hevði frætt um ætlaðu ferðina hjá 6. flokki, sum var dottin niðurfyri, og hevði tí tikið stig til at skipa fyri eini aðrari uttanlandsferð fyri flokkinum.
Ein garður í Roslev norðan fyri jútska býin Skive hevur áður hýst russiskum børnum, ið eru komin í summarfrítíð í Danmark, og her vóru tey sinnað at taka ímóti bæði teimum føroysku børnunum og børnunum úr Hvítarusslandi.
Á hesum garði skulu føroysku børnini búleikast saman við børnunum úr Hvítarusslandi, og tað er nakað, sum tey síggja fram til í spenningi. Næmingarnir í 6. flokki siga, at tey hava fingið at vita, at fremmandu børnini hava lært enskt, so eingin trupulleiki skuldi verið við at samskifta við tey.
Børnini úr Hvítarusslandi eru úr økinum við høvuðsstaðin Minsk, og tey eru 22 í tali, sum eru millum 11 og 14 ára gomul.

Hava vant dúgliga
Børnini í 6.a. siga, at tey eru sera spent til túrin, og fleiri teirra eru longu farin undir at pakka taskuna. Skráin hjá teimum fyri vitjanina í Danmark er løgd, og hon er rættuliga umfatandi, so stundir verða ikki tær stóru fríløturnar.
Millum annað skal flokkurin vitja Legoland, djóragarðin í Aalborg, blómuparkini Jesperhus, eitt ravmagnssavn og mangt annað. Hendan morgunin vit vitjaðu, vóru tað summi av børnunum, ið ikki vóru heilt nøgd við skránna, tí tey hildu, at tað var alt ov lítil tíð til at "shoppa" í.
Sum áðurnevnt var ætlanin, at føroysku børnini skuldu vísa føroyskan dans fram í Hvítarusslandi á ætlaðu vitjanini har, men nú verður ístaðin framført í Danmark. Enn vita tey í 6.a tó ikki nær og hvar, tey skulu framføra, men tey eru klár, tí tey hava vant óført til ferðina.
Børnini greiða frá, at hesa seinastu tíðina hava tey vant at kalla hvønn einasta dag, og at tey nú kenn a seg trygg í dansinum.
Framførslan hjá føroysku børnunum er rættuliga umfatandi, tí fara at kvøða eitt nú Torkilsdøtur, Harra Pætur og Elinborg, umframt at ríða edeling og vísa fram ymisk dansispøl.
At børnini í 6.a. duga síni ting, fingu vit báðir, myndamaðurin, eisini prógv fyri, tá ið flokkurin framførdi fyri okkum báðum og flokslæraranum, Torkil Dahl, í fimleikahøllini í skúlanum mikumorgunin. Børnini kvóðu væl og hart, og tað var hugtakandi at síggja, hvussu væl tey dugdu. Eingin smæddist burturúr, og eisini var stevið gott.

Hava ruddað og gjørt blað
Ein slík ferð sum tann hjá 6.a kostar ikki einki, og tí hevur verið neyðugt at savna nakað av peningi saman. Millum annað hevur flokkurin gjørt eitt blað, sum kom út herfyri. Næmingarnir siga, at tað var rættuliga strævið at gera arbeiði, men samstundis var tað spennandi og læruríkt.
Somuleiðis hava næmingarnir í 6.a. verið úti og ruddað fyri kommununa, eitt nú uppi á tyrvingarplássinum í Húsahaga. Hetta hava tey fingið nakað av peningi afturfyri.
Tó er tað so, at tað eru foreldrini hjá næminugunum, ið hava goldið bróðurpartin av útreiðslunum í sambandi við ferðina.
Føroyska ferðaliðið, sum fer avstað leygardagin, telur umframt teir 19 næmingarnar úr 6.a. eisini tríggjar lærarar, eitt foreldraumboð, og so tvey umboð fyri Dansifrøði, ið fekk vitjanina á garðinum í Danmark í lag.