Mikudagin í hesi vikuni eru liðin 40 ár síðani Dansifrøi varð sett á stovn.
Tað vóru nøkur av teimum, sum høvdu gingið til gamlan dans á dansiskeiði hjá Rhodu Rubeksen veturin frammanundan sum tóku stig til at stovna felagið 25. januar í 1972.
Endamálið við felagnum er tað sama, nú sum tá at nøra um og varðveita áhugan fyri gomlum dansum. Og limirnir í felagnum eru tí eisini slík sum hava sama áhuga og gera sítt til at læra seg teir.
Tey seinast mongu árini hevur felagið skipað fyri dansiskeiðum, og eru tað millum annað hesi, sum hava hildið felagnum uppi. Eitt árið vóru úti ímóti 350 fólk á slíkum skeiðum.
Fyri fimtan árum síðani tá felagið fór um tey 25 árini gav felagið út eitt minnisrit, sum Erhard Jacobsen legði til rættis.
Felagið hevur 40 ára aðalfund sín sunnudagin komandi.
(Mynd: Dansifrøi eigur góð høli í Gundadali, ið felagið sjálvt ger brúk av - eins og tað verður útleigað øðrum)