Dansa í Eydnuni

Eins og nógva aðrastaðni kring landið, verður eisini dansur í Eydnuni á Oyrarbakka í kvøld.

 

Í fleiri ár hevru Eydnan verið karmur um jóladansin, og árið í ár verður einki undantak í so máta. Í fjør høvdu fyriskipararnir fingið Rollerband við Jens Marna at spæla, og í ár er tað so royndu menninir í Brigde, ið skulu fáa fólk upp at dansa.

 

Dyrnar í Eydnuni á Oyrarbakka lata upp klokkan 23.30 í kvøld.