Dansa dansa deiga

Sólveig Sørensen
-----
Konsertin í Norðurlandahúsinum í gjár var ein stór uppliving. Temað til hesa konsert var okkara siðbundni tónleikur.Hesum hava næmingarnir arbeitt við skúlaárið 2012-2013. Og má eg siga, at hesum komu tey væl frá.Fleiri av verkunum vóru umbiðin, og tískil frumframførslur til hesa konsert.
Har var hópin av børnum, sum luttóku, bæði sum spældu uppá okkurt instrument og,sum sungu í kór, børn og ung í øllum aldrum.
Tað er at gleðast um,at heili 605 næmingar fáa undirvísing í Tórshavnar musikkskúla. Á skúlanum undirvísa umleið 40 lærarar.
Óført at Kommunuskúlin tók stig til eina tónleikabreyt heilt frá fyrsta flokki.Hetta er fjórða árið, at undirvíst verður í musikki, og umleið 20 næmingar eru í hvørjum árgangi. Hesi síggjast nú aftur. At hava musikk hvønn einasta dag hevur al stóran týdning fyri einstaka næmingin.Royndir vísa, at børn , sum hava fingið innlæring í musikki frá ungum árum, eru sera væl fyri bæði intelektuelt og sosialt.
Eg vaks upp í hálvtrýssunum, og við tað, at klaver var í húsinum, fór eg at læra at spæla klaver hjá Turid Waagestein. Og so sang eg í kóri hjá Hans Jacob Højgaard. Tað bleiv mín musikalska uppaling.Hevði man sum genta hug til musikk, ella vóru eins foreldur áhuga í musikki, ja, so kundi man læra at spæla klaver og syngja i kóri. Tað kom ikki upp á tal at fara at spæla okkurt annað ljóðføri.Í Havnar Hornorkestri , GHM og Tórshavnar Musikkskúla vóru bara menn. Hetta er nú broytt til alla lukku.
Á konsertini hugleiddu Jóhannes Andreasen og Ólavur Jacobsen um okkara siðbundna mentunararv, og var hetta eitt utmerkað innslag, har teir prátaðu um tónleikin, sum bleiv spældur og sungin her í Føroyum frá fornari tíð.
Stykkini, sum vóðru spæld, vóru øll komponerað av núlivandi , aktivum musikklærarum. Eg havi ringt við at nevna nakað einstakt fram um ,tí at øll framførslan var ein so frálík heild. Eisini fekk áskoðarin nakað fyri eygað t.d. við gentunum, sum allar vóru í svørtum klæðumog føroyskari húgvu. Tær føroysku húgvurnar eru nú farnar at fækkast. Nýtt var at hava dansarar,sum dansa føroyskan dans á palli saman við strúkarum. Hetta er óiva inspirerað av fløguni Faroe fiddlers, har Rune Tonsgaard Sørensen og Poul Bjergager Christensen spæla violin saman við føroyskum dansarum.
Tað, sum gjørdi einamest inntrykk hjá mær, var at síggja hesi smáu 7-8 ára gomlu børnini spæla uppá violin, og so eisini, at gentur nú spæla uppá alskins instrument.
Eina stóra tøkk til lærarar, næmingar, foreldur og Norðurlandahúsið .