Dansa í Dalið nýggjárskvøld

Nýggjárskvøld skipar dansifelagið Stígum Fast fyri føroyskum dansi í Dali. Byrjað verður klokkan 19.

- Hetta hevur verið fastur siður í fleiri ár, men í ár hava dalbinar gjørt meiria burturúr enn vanligt. Av tí at nýggjárskvøld hesuferð fellir á fríggjakvøld síggja dalbingar ein møguleika fyri at fáa fólk aðrastaðni frá leita sær til Dals, sigur Stígum Fast í tíðindaskrivi.

Bæði blíðskapur og dansistovan í Dali eru tiltikin, so dalbingar vóna at nógv avbygdafólk leita sær til Dals hetta kvøldið.

Fyri at tað skal verða so lætt sum gjørligt hevur Stígum Fast skipað fyri at bussar koyra ókeypis úr Skopun til Dals í samband við túrin av Gomlurætt klokkan 17. 15, og seinni úr Dali til Skopunar, í samband við síðsta túr hjá Teistanum av Skopun.

Dansurin verður í Eiriksgarði, og har verður umframt góðan føroyskan dans eisini smyrjubreyð og okkurt drekkandi at fáa, sigur Dansifelagið Stígum Fast millum annað í tíðindaskrivinum.