Dans, kvøða og syngja í Skálanum

Torradagar: Leygarkvøldið ber til at syngja sjómanssangir og -vísur í Skálanum. Hetta er eitt nýtt tiltak og sungið verður í Skálanum. Hugnakvøldið byrjar klokkan 19.30. Tá verður farið til borðs, og við borðið syngja tey hópin av kendum og nakrar minni kendar sjómanssangir og vísur. Jóanes Johannesen úr Dali fer at spæla undir á harmoniku.

Í millum sangirnar verður høvi at bera fram onkra søgu. Sólvit Simonsen av Sandi, ið hevur siglt nógv saman við klaksvíkingum, kemur við sínum eyðkenda skemtiliga frásøguhátti at siga frá. Eisini kemur Jógvan Ravnsfjall at greiða frá áhugaverdum søguligum viðurskiftum í siglingarsøgu okkara. Talan er um stuttar frágreiðingar, tí sangurin skal verða tað berandi hetta kvøldið.

Eftir borðhaldið verður farið uppá gólv. Tey fara at kvøða um Vaagen, og um lagið er gott, halda tey á við eitt nú Brókatátti og øðrum.