Fyrsta framførslan á Summar Festivalinu hevur nú verið.
Lokali tónleikarin Danny spældi á Føroya Tele pallinum, og við sær á pallin hevði hann tríggjar tónleikarar.
Fitt av fólki varð møtt til fyrstu framførsluna, og nú er Summar Festivalurin av álvara byrjaður.
Seinni í kvøld spæla eitt nú Glóð, Frændur og Uni Debess.










