Tann 27 oktobur spældu Danny Baldursson og Símun Dam, úr bólkinum Danny & the Veetos, konsert í Düsseldorf í Týsklandi, hetta var í samband við ein tónleikafestival ið kallaðst »New Fall Festival«. Hetta er fyrstu ferð Danny & the Veetos spæla konsert í Týsklandi, og vóru teir væl móttiknir av áskoðarum, eisini teirra føroysku løg vóru væl ógvuliga væl dámd.
Dansendeberen.be, er ein belgisk heimasíða, sum hevur ummælt tónleikafestivalin, har Danny Baldursson og Símun Dam vóru í millum tónleikararnar, ið framførdu. Konsertin við teimum báðum fekk rósandi ummæli, og bleiv sagt at teir vóru størsta yvirraskilsi á tónleikafestivalinum sum var tað kvøldið.
- Hóast teir bara vóru tveir úr bólkinum, sum vanliga telur fýra limir, spældu teir eina ótrúliga sannførandi akustiska konsert.
Tað bleiv eisini sagt at Danny & the Veetos lættliga kunna samanberðast við stórfingin nøvn sum Sigur Rós og Ólafur Arnalds. Men tó at teir eru eitt sindur betri, tí teir eru ein blanding av indie-elektro tónleiki, sum bólkurin SOHN, og kensluborðna tónleikinum hjá Darlingside.
- Hóast teir bara vóru tveir mans, megnaðu teir at fáa fólki við uppá tað. Forsangarin dugdi væl at fáa lív í fjøldina, og megnaði at fáa fólk at syngja við til teirra »mega-hit« Sunnukvøld í mai.
Nú í næstum skula Danny & the Veetos til Íslands at spæla á íslendska festivalinum »Iceland Airwaves«, sum verður frá 7-10 novembur.
Myndirnar omanfyri eru frá tónleikafestivalinum í Düsseldorf, og eru tiknar av Reiner Pfisterer.










