Pipar & Salt hava megnað tað, ið eingin annar fer at klára. Hundraðtals donsk fløgg hava verið hildin á lofti í Kirkjubø, meðan fjøldin fagnaði Pipar & Salt Høvuðsnavnið í kvøld hevur júst verið á palli. Fólk tosa um tað nú, fólk fara at tosa um tað í alt kvøld og allan festivalin við. Pipar & Salt var fantastiskt.
Vit hava sæð tað fyrr, vit hava hoyrt tað áður, men tað bilti einki. Kryddað við tíðaraktuellum tilsipingum undirhildu Føroya fremstu skemtarar, og tað gjørdu teir við maner.
Pipar & Salt var rætt og slatt framúrskarandi. Gaman í, røddin sveik hjá bæði Sjúrði og Jákupi, men tað ger teir ikki minni stuttligar.
Pipar & Salt savnaðu meiri enn tvífalt so nógv fólk, sum MC-Hár og Trentemøller gjørdu í gjár. Tað er prógvið um, at Pipar & Salt er størsta navnið við Múrin, sum eisini telur áðurnevndu Trentemøller og MC-Hár, umframt Tiesto, Ace of Base og onnur góð og stór nøvn.