Danmarksseriulið hevur rokkið steypahálvfinaluni

Í kvøld borgaði danmarksseriuliðið, Nordvest FC fyri eini tí størstu sensasjónini, sum er hend í donskum fótbólti í hesari øldini. Nordvest FC tók ímóti superligaliðnum, AC Horsens, og vann danmarksseriuliðið ein sera óvæntaðan 2-1 sigur á AC Horsens. Fazil Keskin - sum hevði fingið eitt mál kolldømt tíðliga í dystinum - legði Nordvest FC á odda, tá ein hálvur tími varð spældur. Í seinna hálvleiki hevði Horsens eitt ræðuligt trýst á Nordvest-málið, men bólturin vildi ikki inn. Tá 87 minuttir eru farnir fer Nordvest í mótálop. Fead Rama varð spældur fríur, og skoraði hann trygt til 2-0. Gilberto Macena fekk minkað um munin til 2-1 beint aftaná, men danmarksseriuliðið helt stand, og sensasjónin varð í hús. Hetta er fyrstu ferð í 17 ár, at eitt lið úr Danmarksseriuni - sum er fjórðbesta deildin í Danmark - er í hálvfinaluni í donsku steypakappingini.