24 ára gamla Birita Simonsen, sum er ættað úr Havn, hevur seinastu ellivu árini búð í Aalborg í Danmark.
Tá ið hon skuldi velja sær útbúgving, var hon ikki í iva. Hárfríðkanarfakið – tað var hon.
Hon var heppin og fekk lærupláss hjá Hårklip í Aalborg.
Sjálvt um hon ikki verður liðug at læra fyrr enn í mars næsta ár, hevur hon longu gjørt stóra skreytir.
30. september varð hon útnevnd til danmarksmeistara í at klippa og lita. Hon vann í kappingini, sm annars var fyri útbúgvin hárfríðkanarfólk.
- Tað var eisini ein kapping fyri juniorar, fólk undir 25 ár, í at klippa og lita og langt hár á dukkum. Har var eg tvær ferðir nummar tvey, men samanlagt var eg nummar eitt, sigur Birita.
Krevur nógv
Øll hárfríðkanarfólk kunnu melda seg til kappingarnar, men tað krevur nógv at koma so langt.
- Fyrst av øllum brenni eg fyri hesum arbeiðinum. Haraftrat havi eg vant og vant, sigur Birita.
Í longri tíð hevur hon vant eftir arbeiðstíð, og seinasta mánaðin hevur hon vant hvørt einasta kvøld í fleiri tímar.
Samstundis hevur hon leingi miðað eftir heimsmeistrakappingin, sum í november verður í París. Tey eru fimtan í Danmark í HM-bólkinum, sum hittist hvønn sunnudag.
Ta kappingina gleðir Birita seg ómetaliga nógv til.
Hon svarar ikki beinleiðis upp á spurningin, um hon ikki er errin.
- Tað veit ikki, men eg eri ótrúliga fegin. Hetta er suttligt. Arbeiðsgevarin hjá mær er eisini fegin, og hon kemur við til HM, sigur Birita.
Hon hevur ikki kannað møguleikarnar fyri at halda fram á arbeiðsplássinum, tí ið hon í mars verður liðug at læra.
- Eg ætli mær av landinum at arbeiða í eina tíð, og eg fari antin til London ella til Suðurafrika. Í london eru fleiri stórar og spennandi hárfríðkanarstovur. Tað sama er í Suðurafrika, har eisini fleiri kappingar eru at fara til.