Danmarksmeistarar telva á Bryggjuni

Rammurnar vera av teimum bestu, tá danmarksmeistarnir í talvi skulu telva ímóti Talvfelagnum Føroyar í donsku 1 deild

talv

Talvfelagið úr Helsinge, sum hava verið danmarksmeistarar seinastu 3 árini skulu telva triðja umfar í donsku 1 deild ímóti Talvfelagnum Føroyar. Besti telvarin í Norðurlondum í løtuni, stórmeistarin Peter Heine Nielsen, situr á fyrsta borði hjá Helsinge. Fyrstu tvey umførini í kappingini telvaðu tveir stórmeistarar, 5 altjóða meistarar við liðnum hjá Helsinge, so tað verður ein sera torfør uppgáva hjá føroyska liðnum.
Aftaná tvey umfør hevur Helsinge longu lagt seg klárt á odda í kappingini um Danmarksmeistaraheitið. Tað má sigast at vera ein stór sensatión um nakað annað lið enn Helsing vinnur danmarksmeistaraheitið í ár. Føroyar liggja á einum deildum triðja plássi og føroyska telvarnir vilja gera alt fyri at varveita góðu plaseringina.
Talvfelagið Føroyar telvar sín fyrsta heimadyst í donsku fyrsty deild á Bryggjuni. Umstøðurnar at telva eru av teimum allarbestu í stásiligu hølunum. Telvað verður í sama sali, sum m.a. Guðrun sang í seinasta vikuskifti, tá ið hølini á Bryggjuni opnaðu fyri almenninginum. Eingin ivi er um at hetta eru nógv tey mest stásiligu hølir nakað talvfelað í Danmark hevur at telva undir. Hetta verður eitt gott høvi at sýna Bryggjuna fram og eitt gott høvi hjá føroyingum í Keypmannahavan at síggja hølini á Bryggjuni, um teir ikki fingu tað við seinasta vikuskifti.
Býráðið og fyritøkur í Klaksvík stuðla føroyska talvfelagnum í samband við dystin ímóti Helsinge á Bryggjuni. Klaskvíkingar hava jú altíð verið sera sjónligir í føroyska talvumhvørvinum í Keypmannahavn.