Danmarksmeistarar úr Havn

Gentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag vant burturúr mótstøðuni, tá kappst varð um DM-heitið í rútmiskum fimleiki um vikuskiftið

Sum føroyameistarar fingu genturnar hjá Havnar Fimleikafelag møguleika at luttaka sum gestalið í kappingini um danska meistaraheitið í rútmiskum fimleiki, og her gekk framúr væl hjá føroyska liðnum.
Tær fingu ikki færri enn 37,8 stig av 40 møgulium, og endaðu sostatt 1,45 stig frammanfyri besta danska liðið.
Fyrst bleiv tann fría serian framførd, og fyri hana fingu tær 19,15 stig. Øbro var nærmast teimum og fingu Øbrogenturnar 18,15 stig ? við øðrum orðum vóru tær eitt heilt stig aftan fyri genturnar hjá HF.
Síðan framførdu tær amboðsseriuna (hondamboðið er bóltur) og fyri hana fingu tær eisini hægsta stigatal, nevniliga 18,65. Nærmastu kappingarneytarnar fingu 18,25 fyri bóltaseriuna.

Úrslit fyri tey fremstu liðini :

Fría serianAmboðsserianTilsamans

HF19,1518,6537,80
Øbro18,1518,2036,35
Farum GF17,8018,2535,85
Greve17,6017,7035,30

Tá stórkappingin var her heima, fekk HF niðanfyri standandi karakterir:
HF17,9618,0636,02

Genturnar koma heimaftur týsdagin, og tá verður móttøka í Høllini á
Stórheyggi.
Hóast tær hava fingið hægsta stigatali, so fingu tær eingi gullmerkir. Orsøkin er, at vit kunnu ikki luttaka í kappingini sum føroyingar.

Mynd: Fimleikur
Genturnar hjá Havnar Fimleikafelag vóru nærum hálvt annað stig betri enn besta danska liðið, tá DM í rútmiskum fimleiki fyri lið var á skránni